Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønland fer at endurskoða valskipaninna

John William Joensen

sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, tí verandi valskipan skapar eitt demokratiskt undirskot, og smærri økini kenna seg ikki at koma til orðanna

Í løtuni arbeiðir Grønlendska landstingið við einum kommunureformi har umleið ein fjóðringur av fíggjarlógini hjá landstinginum verður lagd út til kommunurnar at umsita.
Landstingið hevur samtykt at í Grønlandi skullu bert vera fýra kommunur frá 1. januar 2009 og í løtuni verður arbeitt við at leggja ábyrgdarøkið út til kommunurnar fyri at gera tær til stórar og sterkar eindir. 

Grønlendski "Løgmaðurin" um valskipaninna
– Tá hetta arbeiði er liðugt fer Grønlendska landstingið at taka valskipanina upp til viðgerðar av nýggjum, sigur Hans Enoksen, landsstýrisformaður. 

– Eg má undirstrikað at eg ikki vil leggja meg út í føroyska kjakið um eitt ella fleiri valdømir – men eg kann siga at í Grønlandi ætlað vit ikki at halda fast um verandi skipan. 

– Hon ger nevniliga tað, at smærru økini kenna seg "forbigået" og longu nú verður diskotera í landstinginum um at geva smærru økunum umboðan á ting. 

– Tað er ein trupuleiki, at síðan Grønland bleiv eitt valdømi eru 19 av 31 tinglimum valdir í Nuuk.
 
– Vit hava tó valt at bíðja til landstingið er liðugt við at viðgera kommunala reformin – men so skjótt, sum hann er farin at virka fara vit at taka valskipanina upp til nýggja viðgerð, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, í stuttari viðmering.