Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Konsert við Føroya Symfoniorkestur

Tíðindaskriv

Føroya Symfoniorkestur konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 22. september.

Konsertin verður hildin í sambandi við, at Jacob Gadefonden býtir út virðislønir úr grunninum.

Skrá: Missa in Angustii, eftir Joseph Haydn. Kór og solistar
The Puzzle, eftir Trónd Bogason

Klaverkonsert eftir Grieg.  Solistur Elisabeth Westenholtz
Dirigentur: Bernhard Wilkinson

Hetta er heystkonsertin hjá FSO, og er her ein áhugaverd skrá við stórum orkestri, kóri og solistum, umframt at frumframførsla verður av verki eftir unga tónaskaldið, Trónd Bogason. Verkið er umbiðið av FSO sum ein partur av endamálinum hjá orkestrinum at stimbra klassisku føroysku tónleikamentanina.

Klaverkonsertin av Grieg er ein tann kendasta um ikki tann kendasta í heiminum, og kemur vælumtókti klaverleikarin Elisabeth Westenholtz at vera solistur saman við FSO. Kór Føroya Symfoniorkesturs luttekur í messu av Joseph Haydn saman við 4 ungum solistum frá Det Danske Musikkonservatorium: Lina Johnson, sopran, Diana Panzen Vistisen, mezzosopran, Otte Ottesen, tenor og Thomas Christian Sigh, bas.

Kostnaður 150 krónur.

Um verkini, sum framførd verða.

Missa in Angustiis eftir Joseph Haydn
Fyrsta verkið á skránni er “Missa in Angustiis” (messa í truplum tíðum) eftir Joseph Haydn. Henda messa hevur eisini fingið navnið Nelson Messan, og kemur tað helst av, at Nelson vitjaði Esterhazy í Wien í ár 1800 og møtti har Haydn, og har var ein framførsla av pørtum av hesi messu fyri honum, og er hetta ivaleyst orsøkin til, at henda messa hevur fingið navnið Nelson Messan, kanska fyri sigrar hansara við Abukir í 1798.

Teksturin til messuna er tikin úr tríeindarmessuni úr katólsku kirkjuni. Har eru hesar eindir:
KYRIE (Harri sýn miskunn)
GLORIA (Lovaður veri tú)
CREDO (Eg trúgvi ella nikenska trúarjáttanin)
SANCTUS (Heilagur veri tú)
BENEDICTUS (Vælsignilsi)
AGNUS DEI (O, tú Guds lamb)
Messan stavar frá tíðini tá napoleonskríggini herja í Evropa, so stórur fjáltur og stórt mistreysti merkir fyrsta partin, Kyrie.

Næsti satsurin. Gloria, er ein mótsetningur til tað myrkur og máttloysi, sum vit uppliva í Kyrie. Vandar og óvinskapur kann finnast á jørðini, men samstundis finnast her undurverk og kraftagerðir, so sopranurin og alturin saman við kórinum syngja “Vit prísa tær, vit hálova tær, vit tilbiðja teg, …..

Credo byrjar við eini kanon. So kemur mest stórsligni parturin, har sopranurin byrjar við orðunum “et incarnatus est.. (og hann varð menniskja), frá Nýggja Testamenti um at Gud gjørdist menniskja og livdi á jørðini.

Eftir lív kemur deyðin er innihaldið í satsinum Sanctus. Her uppliva vit krossfestingina og trompetir og paukur reflektera tey myrku motivini frá Kyrie. Men ein trio av solistum tryggjar okkum, at deyðin ikki var fíggindin, men er til fyri okkara skuld, “pro nobis, pro nobis …” verður endurtikið (fyri okkum, fyri okkum..) Men so kemur eitt “et resurrexit”, (hann er staðin upp) og við hesum endar satsurin við einum stórbærum “Amen”.

Í “Benediktus” tykist Haydn at fokusera á “in nomine deo” (í navni Guds) har solisturin er eins og umgyrdur av eini stórari skrúðgongu, og onkur heldur, at hetta kann vera orsøkin til, at tað skuldi verið ein váttan til Nelson fyri hansara sigrar, men Haydn hevur ivaleyst havt eina størri makt í huganum.

Seinasti satsurin, “Agnus dei” (O, tú Guds lamb) er ein bøn til ein persónligan Gud um saman við Jesusi at hava miskunn við okkum, “miserere nobis”. Henda satsin eiga teir fýra solistarnir. Messan endar við orðunum “dona nobis pacem” (veit okkum frið). So frá djúpasta mistreysti í fyrsta satsi endar messan í stórari gleði.Saman við Kóri Føroya Symfoniorkesturs, Føroya Symfoniorkestri hava vit fingið fýra ungir solistnæmingar úr Kongaliga Musikháskúlanum í Keypmannahavn at vera við til framførsluna av hesum stórbæra verki eftir Joseph Haydn. Tey eru:
Lina Johnson, sopran
Diana Panzen Vistisen, mezzo
Otte Ottesen, tenor
Thomas Christian Sigh, bass
Steðgur har virðislønir verða givnar frá “Jacob Gadefonden”.

Frumframførsla

Føroya Symfoniorkestur hevur biðið um eitt verk eftir unga tónaskaldið Trónd Bogason og verður hetta verk frumframført á hesi konsertini. Verkið eitur The Puzzle (gátan) Hetta er liður í endamálinum hjá FSO, sum er at stimbra klassisku, føroysku tónleikamentina.

Klaverkonsert eftir
Edward Grieg

Sum so mong av kendastu soloverkunum, so fekk klaverkonsertin eftir Grieg ikki nakra serliga móttøku, tá hon fyrstu ferð varð framførd, men er síðani vorðin eitt av kendastu soloverkunum fyri klaver og orkestur. Konsertin er tónasett í Søllerød á Sælandi í 1869. Men ein av teimum, sum stuðlaði Grieg, var Franz Listz, tann kendasti klaverleikarin og tónasetarin tá í tíðini.
Beinanvegin tú hoyrir fyrstu akkordina og stutta mottoið, so kennir tú, at hetta er klaverkonsertin eftir Grieg. Satsurin skiftir millum trý ymisk tema, summi markant, annað meira stilt, hugsveimandi og droymandi.
Annar satsur byrjar við einum stillum inngangi, við einum sangbarum tema í orkestrinum, har strúkararnir spæla við doyvara (sordin): Hetta tema verður síðani flutt yvir til sololeikaran, sum flytur tað víðari fram við stórbærum og vøkrum klangljómi.
Uttan steðg byrjar seinasti satsurin við einum sterkum, rútmiskum dansitema. Men verður mótvigað av einum tema við lýriskum lagdámi. Síðani tann stórbæra kadensan sum leiðir yvir í presto og endar í einum rúkandi tempo.
Solistur verður Elizabeth Westenholtz. Hon varð útbúgvin á Danska Musikháskúlanum hjá Esther Vagning og Skjold Rasmussen, og síðani í Wien hjá Schofer og Brendl. Hon hevði sína fyrstuframførslu í 1968, og hevur síðani ferðast um alt Evropa sum solistur og kamarmusikari. Tað finnast nógvar innspælingar við henni, og hon spælir ofta saman við Danska Radioorkestrinum, eins og hon hevur fingið Carl Nielsen heiðurslønina og heiðurslønina frá donskum ummælarum fyri sínar frálíku framførslur.