Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Akursmørk, formaður í Svimjifelagnum Ægir: Ægir ongantíð havt so nógvar limir sum nú

John William Joensen

Hóast Ægir úrslitaliga ikki enn er komið upp á tær hæddir, har tað einaferð var, so hevur felagið í dag fleiri limir, enn tað nakrantíð fyrr hevur havt – nú er tað ein spurningur um tíð, áðrenn tey stóru úrslitini fara at koma, sigur formaðurin.

Símun Akursmørk, nevndarformaður í Svimjifelagnum Ægir, er bjartskygdur og miðvísur, tá vit spyrja hann, hvussu tað gongur í Ægir, og hvørjar ætlanir felagið hevur.

Høvuðsvenjarin
býr í Klaksvík

– Eitt av tingunum, sum vit hava sæð sum neyðugt fyri at kunna skapa eitt mennandi umhvørvi, er tað, at høvuðsvenjarin er í umhvørvinum í tí dagliga, sigur Símun.

– Tí valdu vit at satsa uppá at fáa ein høvuðsvenjara, sum býr er í býnum, tí harvið hevur hann nógv betri møguleikar at vera um svimjararnar og at taka sær av teimum.

– Tað kunnu sjálvandi vera umstøður, sum gera tað neyðugt og gott at fáa hjálp uttanífrá, til dømis frá konsulentum í eina avmarkaða tíð, men um eitt felag veruliga skal fáa ferð á menningina av sínum ítróttafólki, so halda vit tað vera best, at venjarin er í umhvørvinum í tí dagliga, tí harvið hevur hann, alt annað líka, betri stundir og umstøður til at taka sær av øllum limunum og hinum venjarunum, greiðir Símun Akursmørk frá.

Tað kostar
eisini meira
– Tað sigur seg sjálvt, at ein satsing altíð kostar, og tað ger tað eisini í hesum føri hjá okkum.

– Tí hava vit eisini gjørt meira fyri at útvega Ægir góðar sponsorar og stuðlar, og vit eru teimum ógvuliga takksom, sum higartil hava víst okkum dyggan stuðul.

– Vit royna veruliga at gera eitt seriøst menningararbeiði her í Ægir, og tað hava tær fyritøkur, sum stuðla okkum, uttan iva eisini lagt til merkis.

– Stuðulin frá fyritøkum og eisini frá kommununi ger tað møguligt hjá okkum at geva svimjarunum góðar umstøður og væl skipaðar venjingar, sum verða fyriskipaðar av einum útbúnum venjara, sum hevur verið í øðrum svimjifeløgum, har hann hevur fingið sera góð úrslit.

Fleiri og fleiri
byrja at svimja
Símun Akursmørk kann í hesum døgum fegnast um, at Ægir ongantíð fyrr hevur verið so stórt í tali av svimjarum, sum tað er í dag.

– Vit eru sera fegin um, at talið av svimjarum í Ægir er økt nógv í seinastuni og veksur framvegis.

– Ja, fyri at siga sum er, so stendur tað eitt sindur á hjá okkum at fáa nóg nógvar venjarar til øll tey yngru, men tað er ein sera positivur trupulleiki, sum eg ikki vil kalla trupulleika, men heldur eina avbjóðing, slær formaðurin fast.

– Vit eru glað fyri, at foreldur og børn eisini duga at síggja, at tað fer nakað gott og spennandi fram í Ægir, og tí veksur talið av svimjarum.

– Nú er tað ein spurningur um tíð, áðrenn tey stóru úrslitini fara at koma hjá okkum.

– – –

Nýggi høvuðsvenjarin hjá Ægir, sum fyri stuttum flutti til Klaksvíkar og byrjaði í starvinum, eitur Jóhan Martin Poulsen.

Hann hevur m.a. verið venjari í Suðuroy, har hann eigur sín stóra lut í menningini av svimjarum, sum í dag eru í allar fremstu røð innan føroyska svimjing – ja, eisini uttanlands.