Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein fór í fellina í morgun

John William Joensen

Kl. 7:41 í morgun kom fyrsti SMS-urin um at politiið gjørdu ferðslukanningar í Norðoyatunnlinum

“Løgreglan í Norðoyatunnlinum. Ansa eftir fartinum!” stóð at lesa í sms-ið, sum kom á fartelefonina hjá Norðlýsinum kl. 7:41 í morgun.

Ein fór í felluna
Av politistøðini verður sagt at ein bilførari var tikin fyri at koyra 118 km/t.
– Vit vóru umleið tríggjar tímar í tunnlinum og vit kundu staðfesta at allar felstu bilførarnir koyrdu sum teir skuldu.
– 18 fingu bót og ein far so betingaðandóm og skal upp til nýggja koyriroynd.
– Tað er vanligt at fólk sms-að sínamillum og ávara um ferðslukanningar hjá politinum og tað er í fínasta lagið tí høvuðsendamálið er jú at fyribyrgja at fólk koyra ov skjótt.

Harleyfacadeacryl