Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BORG er navnið

John William Joensen

Højgaards Handilsvirki – Klement Petersen – Klaksvíkar Timburhandil
eita nú stutt og greitt BORG

Í Mai mánaða í fjørð keyptu eigararnir av Højgaards Handilsvirkið fyritøkurnar Klæmint Petersen og Klaksvíkar Timburhandil og síðani tá hevur verið arbeitt miðvíst við at samansjóa gomlu fyritøkurnar til eina eind undir einum samleika. 

– Eg má siga sum er at hendan tílgongdin hevur verið drúgv og eg eri sera fegin um at tey gott og væl 50 starvsfólkini hjá okkum hava tikið so væl ímóti broytingunum og beinleiðis hava givið teirra íkasti til broytingarnar. 

– Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt nátt og dag fyri at fáa alt klárt til dagin í dag nú nýggi búnin verður tikin í brúk. 

– Tað sigur heldur ikki so lítið um hvat tað er fyri starvsfólk vit eiga – at tað hevur borið so væl til at hildið alt stáki loyniligt.

Alt broytt
Rodmund Nilsen, stjóri í Borg, sigur at tað er eitt sera umfatandi arbeiði sum er lagt í at geva gomlu fyritøkunum í Eysturoyggini og Norðoyggjum ein felagssamleika. 

– Tað er eingin loyna at vit hava verið sera glaðir fyri HH bókstavirnar – men langa orðið Højgaards Handilsvirkið – passaði ikki inn í ætlanirnar hjá okkum og var ikki lætt at brúka í samband við nútímans samskifti. 

– Vit hava fingið sera góða ráðgeving, men alt er upphugsað og framt av okkara egnu starvsfólkum og tað ger hetta til nakað heilt serligt.

Um navnið
Ein borg er ein bygningur, og tí hóskar tað væl til virksemi hjá okkum, sum alt onkursvegna hevur "húsið" sum hornastein. Ein borg er eitt verndarvirki ella ein skansi, har fólk frá gamlari tíð hava havt goymslu. Borgir eru sterkar, haldgóðar og tryggar. Ein borg er somuleiðis ein miðdepil. Borgir eru savningarstøð, og tær skara fram úr landslagnum, har tær standa, greiður Rodmund Nielsen frá.

Eitt sindur um búmerkið:
Búmerki er eitt einfalt skap, sum vísir toppin á einum vígtorni ella róki, tað vil siga sonevnda vígskørðini á virkismúrinum á eini borg. Samstundis kann tað eisini verða ein krúna.

Seta sær høg mál
Rodmund Nielsen, stjóri, sigur at samanlagda felagið hevur fýra rakstarstøð, Ruanvík, Klaksvík, Fuglafjørður og Saltangará. 

– Vit síggja Norðoyggjar og Eysturoynna sum okkar primera marknað og máliið hjá okkum er heilt greitt at gerast ein heildarveitari á byggimarknaðinum. 

– Eingin broyting verður við okkara vøru- og tænastuúrvali men tað er heilt greitt at samanleggingina fer at geva viðskiftafólkum okkara eina betri tænastu samstundis sum okkara felags samleiki ger okkum meira sjónlig í samfelagnum.

Nýggj heimasíða:
www.borg.fo