Sunnudagin 23. september 2007 skipaði TSF fyri FM-kapping á fjallasúkklu. Greinin verður rópt criterium, og súkklað var runt á einari rutu uppá uml 1 km í 40 min.
Súkklað var í plantaguni í Hoydølum.
Tað hevur ikki verið gjørt so nógv við fjallasúkkling higartil í Føroyum enn, men tað eru nakrir súkklarar sum brúka fjallasúkklu at venja á um veturin, og tað vóru nakrir av hesum sum møttu upp sunnudagin.
Fyrireikarnir høvdu valt ein tein at súkkla við nógvum hæddarmetrum og góður tekniskur førleiki á súkkluni var ein fyrimunur, og hóast brekkurnar á teininum ikki vóru so stórar so blivur tær strævnar eftir at hava súkkla tær fleiri ferðir.
Vinnarin av kappingini gjørdist 42 ára gamli Gunnar Dahl-Olsen sum nú kann kalla seg føroyameistara í fjallasúkkling. Hann súkklaði 14 ferðir runt, og hann vann sannførandi á Eli J. Christiansen sum gjørdist nummar tvey. Andrass Joensen gjørdist nummar trý og Høgni Øster sum umboðaði Føroyar á Oyggjaleikum í fjallasúkkling endaði á einum fjóðra plássi, ein umgang aftanfyri Andrass.
Til barnakappingina møttu nøkur børn upp at kappast um FM-heiti í fjallasúkkling. Teirra teinur var ikki heilt so langur sum hjá teim vaksnu, men tað vísti seg at tað var strævið hjá teim flestu at koma runt av tí at tað var ein rættiliga drúgv brekka á rutuni, og onkrastaðni máttu tey leiða súkkluna.
Bólkur 1 súkklaði tríggjar ferðir runt og bólkur 2 súkklaði seks ferðir runt.
Enn er eru tríggjar FM-kappingar í súkkling eftir, og leygardagin leggja súkklaranir til brots at kappast um FM-heiti í landavegsúkkling.
Úrslitni frá kappingini sunnudagin vóru hesi:
Bólkur 1
Dreingir árg 2000 og aftaná
1. Bartal Dam Gregoriussen
2. Tummas Simonsen
Gentir árg 2000 og áftaná
1. Theresa Reinert Ovenberg
Bólkur 2
Dreingir árg ’97-’99
1. Niels Gilstein Midjord
2. Fríði Weihe Fríðmundson
3. Rasmus Mohr Nielsen
Vaksin
1. Gunnar Dahl-Olsen
2. Eli J. Christiansen
3. Andrass Joensen
4. Høgni Øster
5. Kári Simonsen
6. Sigmund Olsson
7. Evald Rasmussen




