Petur H. Mohr heldur at um LÍF og ÍF hava hug at leggja saman við GÌ, so eiga tey feløgini at koma uppí GÍ
Petur Mohr sigur at tað er hugaligt at hoyra at Leirvík og Gøta tosað saman um ítróttarligt samstarv.
– Men eg haldi ikki at støðan í nýggju samanløgdu kommununi er tann sama sum eitt nú í Suðuroynni og í Vágunum.
– Har hava teir valt at leggja saman og stovna nytt felag – og tað er eisini rætt tá hugsað verður um hvørji støðu tey feløgini eru í.
– Baði í Vágunum og í Suðuroynni hava teir stórar trupuleikar bert at vinna umboðan í fremstu deildini – men soleiðis er ikki í Gøtu.
– Tann gula GÍ blusan er framvegis nakað heilt serligt í Føroyskum fótbólti og í løtuni er GÍ nummar 5 í røðini av bestu feløgunum í føroyum.
– Hetta er nakað sum vert er at byggja á og tá hugsað verður um søguna og stoltleikan sum er innbygdur av vinnarmentaliteti í Gøtu so er tað avgjørt ikki rætt at leggja GÍ niður og stovna eitt totalt nýtt felag.
– Eg havi alla respekt fyri leirvíkingum men teir eiga at síggja møguleikan í at fara upp i GÍ – ístaðin fyri at nullstillað alt og byrjað av nýggjum.




