Mánakvøldið var tríði og seinasti uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, men sum skilst so er listin ikki klárur enn
Í stuttum tíðindaskrivi frá Norðoya Tjóðveldisfelag stendur soleiðis:
Norðoya Tjóðveldisfelag hevði 3. uppstillingarfund tann 24. septembur. Fyri at frætta um førda tingarbeiðið, nýggja hamin og navnabroytingina til Tjóðveldi, so varð Eysturoyar tingmaðurin, Torbjørn Jacobsen, boðin við á fund. Floksformaðurin, Høgni Hoydal, hevði tíverri forfall. Vallistin verður almannakunngjørdur seinni.
Sum Norðlýsið skilir so varð avgjørt at gera eina roynd afturat at fáa borgarstjóran, Steinbjørn Jacobsen, at stilla upp, tí politisku signalini borgarstjórin gevur við ikki at stilla upp kunnu skaða flokkin.
Tað hevur ikki verið stórvegis samband millum borgarstjóran og nevndina í Norðoya Tjóðveldisfelag uttan ein áheitan frá fyrsta uppstillingarfundinum.
Men tá takkaði borgarstjórn noy – og síðani hevur nevndin roynt at fingið onnur fólk á listan.
Borgarstjórin og Karsten
Tað er eingin loyna at borgarstjórin og Karsten Hansen eru vinmenn og tí eru fleiri í Tjóðveldisflokkinum misnøgd við at borgarstjórin – við ikki at stilla upp – stuðlar vinmanninum – sum stillar upp fyri Miðflokkin.
Men Borgarstjórin vísir hesum aftur.
– Tað hevur ikki verið samband millum meg og nevndina í Norðoya Tjóðveldisfelag síðan eg takkaði noy til tilboði frá teimum um at stilla upp til løgtingið.
– Eg havi greitt melda út, at arbeiðsbyrðan hjá mær, sum borgarstjóri, ikki ger tað møguligt hjá mær at røkja ein løgtingssess og tí valdi eg ikki at stilla upp. Avgerðin hevur einki við Karsten Hansen at gera.
– Eg fari sjálvandi at umhugsað støðuna, um eg fái ein áheitan afturat, men sum sagt, so haldi eg tað ikki vera rætt – baði at vera borgarstjóri og løgtingsmaður




