tað sigur stjórnmálafrøðingurin Zakarias Wang, sum m.a. vísir á gongdina í størsta valdøminum í landinum.
– Eg má siga at eg skilji als ikki tey sum tosað um at tað koma fleiri kvinnur á ting um Føroyar gerast eitt valdømi.
– Hettar er ein av mongum spurningum – sum hongur í leysum lofti og sum eingin í veruleikanum veit nakað um.
– Eg havi fylgt føroysku valskipanini longri enn nakar annar, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum og eg eri sannførdur um, at verða Føroyar eitt valdømi er stórur vandi fyri at færri kvinnur vera valdar á ting.
– Føroyar eru soleiðis innrættaðar, at bygdirnar ynskja at standa saman um lokal valevni og eg trúgvi at um Føroyar gerast eitt valdømi – so fara bygdir og býir kring um í landinum, at standa enn meira saman um lokal valevni og í flestu førum eru hesi ikki konufólk.
Størsta valdømi fáar kvinnur
– Um vit hyggja eftir størsta valdøminum í landinum so sæst at støddin á valdøminum einki garanti hevur fyri betri kvinnu umboðan.
– 10 tinglimir eru í løtuni valdir í Suðurstreymoyar valdømi og av teimum eru bara tvær kvinnur – neviliga Lisbeth L. Petersen og Anita á Fríðriksmørk.
– Nú hevur Lisbeth boða frá, at hon stillar ikki upp aftur og tí er mest sannlíkt at størsta valdømi í landinum – eftir komandi løgtingsval – bert verður umboða av einari kvinnu.
– Fyri kvinnuumboðanina á tingið er tað líka mikið um Føroyar eru eitt valdømi ella ikki – tí talið á kvinnum í løgtinginum fer altíð at skifta frá vali til val.
– Tí er tað púra vanvittigt at felagsskapir, sum siga seg stríðast fyri at fáa fleiri kvinnur á ting, brúka tíð og orku uppá at fáa Føroyar til at verða eitt valdømi.
– Tað er hvussu so er einki sum talar fyri at tað gagnar kvinnusøkini.




