Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerkingarnar eru sjálvandi politiskar

John William Joensen

sigur Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri á løgmannsskrivstovuni, sum ikki heldur tað vera løgið at formaðurin leggur uppskot fyri tingið

– Hóast formannskapurin ikki er nevndur í stýrisskipannarlógini, so er tað einki sum forar honum í at leggja uppskot fyri tingið.
– Tað hevur hann gjørt áður og tað hevur eingin havt nakra viðmerking til.
– Skal stýrisskipannarlógin tulkast soleiðis, at løgtingsformaðurin ikki kann leggja uppskot fyri tingið – so átti varamaður at tikið sætið á tingið fyri Edmund Joensen – tá tingið valdi hann til løgtingsformann.
– Men hann er jú eisini tinglimur og tí hevur hann heimild at leggja uppskot fyri tingið.
– At lógar uppskotið vísir til løgtingsformannin er heldur einki løgið í – tí hóast eingin flokkur er nevndur í stýrisskipannarlógini – so leggja tinglimir í heilum uppskot fyri tingið vegna flokkarnar.

Tingið hevur endaligu ábyrgdina
Vit spurdu Súsannu Danielsen, skrivstovustjóra á løgtingsskrivstovuni um hvør avgerð hvørjar tulkingar av stýrisskipannarlógini eru rættar.
– Tað avgerð formannskapurin ella løgtingið sjálvt. Sum sagt so hevur tað verið mannagongd at formaðurin leggur uppskot fyri tingið og tí dugi eg als ongar trupuleikar at síggja í hesum. 

Løgtingsformaðurin ikki fingið sersømdir
Hóast aðrir løgtingslimir siga at Edmund við at brúka formannskapin í løgtinginum hevur kunna brúkt løgtingsskrivstovuna meira enn tingmenn vanliga sleppa – so vísir skrivstovustjórin hesum aftur.
– Vit hava ráðgivið Edmundi eins og vit vanliga ráðgeva øðrum tingmonnum í líknandi málum. Tað er ikki rætt at hann hevur fingið sersømdir sum løgtingsformaður.

Viðmerkingarnar eru politiskar
Í viðmerkingunum til uppskotið hjá løgtingsformanninum stendur ein røð av grundgevingum fyri hví lógaruppskotið verður lagt fra, men skrivstovustjórin sigur at tær eigur uppskotstillarin sjálvur, og løgtingsskrivstovan hevur tí ikki hugt at um grundgevingarnar eru haldbarar. 
– Formannskapurin samtykti at heita á løgtingsskrivstovuna um at fyrireika uppskot um broytingar í vallógini og tað er rætt at vit hava gjøgnumgingið løgfrøðiligu spurningarnar í uppskotinum.
– Men viðmerkingarnar til uppskotið eru politiskar og hava vit tí ikki havt nakran leiklut í teimum. 

Í grundgevingunum fyri uppskotinum hjá Edmund Joensen stendur m.a.:

Infrakervið í Føroyum er nú vorðið so gott, at 85% av fólkinum í bili kann náa 80% av landinum innan fyri ein tíma. ……

Alt fleiri uppgávur verða lagdar og fara at verða lagdar til kommunurnar at umsita, eins og talið av kommunum er nógv lækkað….

Løgting og landsstýri skulu taka sær av teim meira yvirskipaðu landspolitisku uppgávunum……..

Grundarlagið undir verandi vallóg er burtur…..

Ásannast kann eisini, at í teim smáu valdømunum er talan um eitt demokratiskt undirskot………

Tað er ein sannroynd, at kvinnurnar eru undirumboðaðar á tingi…… um Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, so fer hesin ójavnin at minka……..

Mett verður, at tað er betri, at talið av tingmonnum er eitt ólíka tal, og verður tí skotið upp at seta tað til 31. ……..

Um Føroyar verða eitt valdømi, verður tað lættari hjá einstaklingum at verða vald……..