Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjarni Djurholm bjóðar í skundi inn til fund um flogvøll á Glyvursnesi

John William Joensen

Landsstýrismaðurin fer á fundi kl. 8:30 í morgin at leggja fram eina lidna verkætlan í milliarda klassanum – um ein altjóða flogvøll á Glyvursnesi

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurhom, hevur í skundi bjóða tingmonnum til kunningarfund í vinnumálaráðnum í morgin kl. 8:30 um flogvøllin – ein tíma áðrenn fíggjarlógin fer til fyrstu viðgerð í tingum

Sum Norðlýsið skilir fer vinnumálaráðharrin at presentera eina liðna verkæltan um eitt milliarda projekt um ein altjóða flogvøll á Glyvursnesi.

Tinglimir sum Norðlýsið hevur tosað við – halda at tíðspunktið er sera løgið tí flestu embætisfólkini í landsstýrinum møta ikki til arbeiðis fyrr enn kl. 9. 

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini verður í tinginum kl. 9:30.