Formaðurin í fíggjarnevndini vil ikki seta seg so lágt, sum at lurta eftir valrøðu hjá landstýrismanninum í Vinnumálum nú fíggjarlógin skal til viðgerar
Anfinn Kallsberg, sum er ein av tungvektarunum í føroyskum politikki er ikki mjúkur um milliarda íløguna, sum Bjarni Djurhom ætlar at gera á Glyvursnesi.
– At landsstýrismaðurin í vinnumálum nú presenterar eina íløgu í nýggjan flogvøll í Suðurstreymi er einki uttan krampatrekningar í einum valstríði og tað fari eg ikki at brúka tíð uppá at lurta eftir.
– Tá tingið arbeiddi við at leingja flogvøllin í Vágununum høvdu vit allar myndugleikar við í viðgerini eins og vinnan og brúkarin sloppu at siga sína hugsan.
– Tá søgdu flogskipararnir greitt at tað nyttar einki at byggja ein stóran nýggjan flogvøll í Føroyum – um ein ikki ætlar at tað skula vera tveir vallir.
– Landsverk hevur jú í fleiri ár gjørt kanningar av flogvallaviðurskiftunum í Føroyum og í tí sambandi vóru umstøður kannaðar í eysturoynni, Glyvursnesi og á Sandoynni – og tær kanningarnar vístu at bestu umstøðurnar vóru í Søltuvík á Sandoynni.
– Men norrmennirnir, sum standa fyri kanningunum – søgdu at teir skuldu gera veðurkanningar í trí ár afturat áðrenn teir kundu siga tað við vissu.
– At landsstýrismaðurin nú fer út við stórum ætlanum um nýggjan flogvøll er so óseriøst at eg havi ikki orð fyri tí.
– Vit hava samtykt at flogvøllurin í Vágunum verður longdur og vit hava fingið fígging til tað verkætlanina. Vit hava heldur ikki tíð til at bíðja eftir øðrum verkætlanum.
Framtíðar dreymar
Formaðurin í fíggjarnevdini heldur, at um ein skal arbeiða við einum framtíðar dreyma projekti – og tað er sjálvandi tveir flogvøllir – so eiga umstøðurnar í eitt nú Svínoy eisini at vera kannaðar.
– Eg haldi at framferðin hjá landsstýrismanninum setur kjakið um Føroyar sum eitt valdømi í nýtt ljós. Tingið bað jú Vinnumálaráði um at gera kanningar í samband við at Vága Floghavn skuldi útbyggjast – men hetta kundi hann ikki kannað uttan – at hann skuldi koma við einum alternativum projektið í Havn.
– Tað vísir seg at einki skal bera til uttan tað liggur í Havn og fíggjarlógin sum er komin frá Magna Laksáfoss er eitt gott dømi um hetta.
– Einasta verkætlanin – sum ikki er spard burtur er ein íløga í vegkervið i Tórshavnar Kommunu.
– Tunnlarnir Norður um fjall og allar aðrar íløgur kring landið eru útsettar, tí tær hita búskapin – samstundis sum Magni hevur økt raksturin hjá landskassanum.
Formaðurin í fíggjarnevndin vantar at fíggjarlógar viðgerin fer at vera merkt av at val er í hondum og man kann siga at landsstýrismaðurin í Vinnumálum er kjóstaraður.




