Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg noyðist at velja millum tveir av mínum bestu vinmonnum

John William Joensen

sigur Uni Næs, prestur í Fuglafirði og fyrrverandi valevni til Bisp.

– Eg má siga sum er at eg eri ikki sørt í tvístøðu, tí tað eru tveir av mínum bestu vinmonnum – sum standa fyri vali, sigur Uni Næs.

– Eg fari tí ikki at siga alment hvørjum eg stuðli – men eg havi tó gjørt upp við meg sjálvan hvør far mín stuðul.

– Eg haldi tó at stórsti vinnarin á valinum eru vit fimm valevnini og Fólkakirkjan – tí líkamikið hvør verður bispur, so er eingin ivi um at kirkjan er í góðum hondum.

– Eg vil eisini takka pressuni fyri tann áhuga, sum hon sýndi valinum, tí sum heild haldi eg at umtalan var sera positiv.

Ferðaleiðari til Ísrael

Jógvan Fríðrikson segði alment í útvarpinum at hann nú fer á frítíðarferð til Ísrael og sjálvur er Uni Næs ferðaleiðari.
– Hesin túrurin var fyrireikaður fyri langari tíð síðan – og hevur einki við Bispavalið at gera, sigur Uni sum tó ikki vildi útihýsa møguleikanum at teirbáðir Fríðrikson og hann fóru at umrøða vali á túrinum.

Harleywoodpaint