Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formulasteypið fingið ein lítlabeiggja

John William Joensen

Tað stóra og prýðiliga Formula-steypið hevur nú fingið ein lítlabeiggja og tað er sami silvursmiðjurin, sum er upphavsmaður

Ísak Mikladal aðalskrivari í FSF sigur at steypið er ferðasteyp.
– Tað er Líggjas Joensen úr Gøtu sum hevur latið steypið í næstbestu deildini og tað er komið í lag ígjøgnum gávubúðuna hjá Eilif Arge í Klaksvík.
– Gamla steypið var so illa farið at tíðin var komin til at útvega eitt nýtt steyp.
– Steypið sum er til Formuladeildina er framleitt til endamálið av kenda danska silvursmiðinum Claus Bjerring, sum í tí sambandinum var á Føroyaferð at fáa inspiratión úr náttúruni til steypið.