sigur formaðurin í Fótbóltssambandinum, Óli Holm, sum staðfestir at tíðin ikki er búgvin til samstarv millum Suðuroyarfeløgini
– Eg trúvi at høvuðsorðsøkin til at so stórur partur av limunum í TB var ímóti eini samanlegging – var tann kensluligi parturin og tí kunnu vit bara staðfesta at tíðin ikki enn er búgvin til eina samanlegging.
– Tað at nevndirnar í suðuroyarfeløgunum hava lagt upp til samstarv er náttúrligt og sum eg skilji so var ongantíð ætlanin at niðurleggja verandi feløg.
– Ætlanin var bert at samstarva um fremstu deildirnar – men tað fekk so ikki undirtøku.




