Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Eyðun og Trúgva inn í 2008

John William Joensen

Fríggjakvøldið undirskrivaðu Eyðun og Trúgvi undir ein eitt ára sáttmála við KÍ

– Tað er ein sera stór avbjóðing at vera venjari hjá KÍ. Men felagið hevur álit á okkum sum venjarar og tí ynskja vit at halda fram, sigur Eyðun Klakstein.

– Eg haldi vit hava havt ein góðan hóp at arbeið við í ár og teir hava lagt nógv orku í.

– Støðan var eink serlig í summar, men vit hava arbeitt okkum burtur úr trupuleikunum og tað er ein styrki at hava við til komandi ár.

– Tað er upp til leiðsluna í felagnum at fáa nýggjar leikarar til felagið og so mugu síggja hvussu tað eydnast.

Meira um KÍ í blaðnum komandi fríggjadag