Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri ósamdur við Tórbjørn

John William Joensen

sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, sum vísir á at tað var Fólkaflokkurin, sum syrgdi fyri tunnlunum norður um fjall

– Fyri tað fyrsta so vita øll at tunnlarnir norður um fjall komu av fyrstantíð takkað verið Fólkaflokkinum.

– Tað at nýgerðin av tunnlunum nú eisini er setta á skinnarar við raðfestingini hjá landinum – merkir at farið verður í gongd her norðuri tá Hovstunnilin er liðugur – og er hetta eisini Fólkaflokkinum fyri at takka.

– At Tórbjørn Jacobsen roynir at samantvinna trygdarmiðstøðina í Klaksvík við brannskúlanum við Áir – kann vera sera óheppið, tí eg eri púra samdur við Bjørn Kalsø í – at tað ræður um at fáa sett Trygdarmiðstøðin í gongd beinan vegin.

– At fáa eldsløkkingarpartur norður kundi verið ynskiligt, men hoyrir ikki við til hetta uppskotið.