Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyri ella ímóti einum valdømi

John William Joensen

Tað er ein ikki sørt ørkymlandi støða vit eru í, nú at eitt Løgting og ein landsstýrissamgonga í upploysn skulu gera av, um føroysku valdømini skulu avtakast ella ikki.

Eftir almikið fjølmiðlarumbul seinastu vikurnar og eftir at okkara fremstu politikarar sínámillum hava gjørt – og brotið avtalur, sum álíkaval ikki vóru avtalur, er tað í hesum døgum uttan iva mangur føroyingur úti um landið, sum spyr seg sjálvan, hvørt tað er rætt, so tætt upp undir løgtingsval og sum liður í einum valstríði, her og nú at kollvelta løgtingsvallógina, sum síðani 1852 hevur verið – og er ein hornasteinur í okkara fólkaræði. Alt hettar grundað á eitt tunt skrivað A4-ark og eftir nakað av fjølmiðlastýrdum kjaki/kegli millum landspolitikarar, har miðstaðarøkið og útjaðarin eru sett upp ímóti hvør øðrum.

Londini uttan um okkum.
Ì framkomnum londum verða slíkar lógarbroytingar gjørdar eftir grundleggjandi og djúptøki forarbeiði. Hettar m.a. fyri at fyribyrgja “Gerrymandering” (tilsnikkan av lóggávuni til egnan fyrimun hjá ávísum politikarum) og annars við tí endamálið at tryggja demokratiið og fyribyrgja “bananrepublikanskum” tilstandum, har tilvildin og stuttskygni ræður.

Í onkrum av grannalondum okkara verða slíkar lógarbroytingar harumframt mettar at hava so grundleggjandi og principiellan týdning fyri demokratiið, at broytingarnar skulu verða viðtiknar av tveimum fylgjandi lóggevandi forsamlingum, áðrenn tær kunnu fáa gildi.

Hvussu stór virðingin fyri demokratinum er her hjá okkum, kunnu vit hvør sær gera okkum okkara tankar um, soleiðis sum støðan er í løtuni.

Hví gera júst sama mistak sum Grønland ?
Av grannalondum okkara er tað bert Grønland, sum er skipað sum eitt valdømi. Úrslitið er, at í dag búgva 19 av 31 landstingsmonnum í høvuðstaði grønlendinga, Nuuk, umframt at vanligi grøn-lendingurin úti um landið kennir seg politiskt forfjónaðan, eins og økini úti um landið kenna seg afturúrsigld. Grundað á m.a. hesi viðurskifti, hevur grønlendski landsstýrisformaðurin sagt føroyskum fjølmiðlum, at vallóg grønlendinga fer at verða endurskoða í nærmastu framtíð, eins og tingformaður grønlendinga, Jonathan Motzfeldt, hevur givið til kennar, at neyðugt er við sterkum kommunalum eindum, skal eitt land verða skipað sum eitt valdømi.

Seinastu vikurnar hava eisini okkara egnu serfrøðingar á økinum, umframt fyrrverandi løgmaður, sum ikki longur er aktivur í føroyskum politikki, staðiliga ávarað ímóti at fremja vallógarkoll-veltingina á so tunnum grundarlag og við so stuttum skotbrá. Víst hevur verið á, at vit m.a. als ikki kenna fylgjurnar av at seta slíka lógarbroyting í verk.

Løgið er tað, at vit ikki læra av hesum, men, so sum mangt bendir á, í eini handavending í 12. tíma áðrenn løgtingsval, gera somu mistøk, sum grønlendskir politikarar hava gjørt.