Stóru almennu- pg privatu stovnarnir kappast nú um at avmontera beinleiðis telefonirnar í Klaksvík
Tað gav at bíta tá 54 linjan hjá Føroya Tele var niðurløgd – tí sambært Føroya Tele var tíðin farin frá at hava telefondámur á støðini í Klaksvík.
Endin var at klaksvíkingar eins og allir aðrir føroyingar nú mugu ringja og standa í kø til 118. Tað sigur seg sjálvt at tá øll ringja saman nummar – eru køirnar sera langar og tí skal ein ofta bíða leingi áðrenn svara verður. Ein stórur bakdeilur við hesi skipan er at 118 kennir ikki nakað til nøvn sum: Havna Jógvan, Sámal hjá Bárbu, Pimi, Pól í Bankanum, Lill o.so.fr.
EIK
hevur stórar ætlanir í Klaksvík – men hóast tað er langt síðan at deild bankans lat upp – so ber framvegis ikki til at ringja beinleiðis.
Vit gjørdu eina roynd fyri løtu síðan – men fryntliga telefondáman í hinum endanum var avgjørd:
"Nei! Nei! – Havnin svarar altíð fyrst!"
Í løtuni byggir bankin stóra og prýðliliga deild á grundstykkið hjá Haldor Holm, sála, men bankin hevur ongar ætlanir um at hendan deildin skal sleppa at svara síni egnu telefon. – Havnin er jú altíð fyrst!
Føroya Banki
er ein av góðu gomlu tænastuveitarunum í Klaksvík – men nú heldur leiðsla bankans at tað ikki er ráðilgt longur at lata gemenar klaksvíkingar ringja beinleiðis til deild bankans.
– Gamla nummari svarar enn – men fyrsta dagin fer marknaðardeildin í Havn at kunngera broytingarnar og so má ringjast til Havnar fyrst!!!
Harafturat
kunnu klaksvíkingar ikki tosað við Tryggingarfelagið Føroyar, uttan fyrst at ringja til Havnar og nú kanst tú heldur ikki keypa Olju frá Statoil – uttan at ringja til Havnar.
Politiið
Ein granni hjá politistøðini í Klaksvík greiðir frá hvussu hesin nú tosar við politiið:
– Nýggja sentralstýrda telefonvaktin hjá politiinum í Havn vildi ikki upplýsa nummari hjá vakthavandi í Klaksvík – tá eg royndi at ringja inn á politistøðina, at fortelja teimum, at ein maður lá avdáttin beint sunnan fyri støðina – við øðrum beininum hvílandi á politistøðini.
– Soleiðis gera vit ikki hjá politiinum, var sagt úr Havn.
– Tú mást fyrst geva mær boðini – so ringið eg tey norður til Klaksvíkar – segði linliga røddin úr Skansanum.
– Eg greiddi so við stórum bókstavum frá, at eg búgvi beint yvir av politistøðini og bað sentralin í Havn ringja til tann politistin – sum eg sá í nakkan á – og sum lá afturá beint innan fyri vindeygað á støðini – og biðja hann fara út um dyrnar at taka fulla mannin upp!!!!
Kommunulæknavaktin
svarar nú í Havn og Norðlýsið hevur fingið fleiri henvendilsir frá fólki – sum hava vánligar royndir av hesi skipan.
– Eg fekk valið at bíðja til kommunulæknin lat upp mánamorgun ella at koyra til landssjúkrahúsið – greiður ein frændi frá sum var álvarsliga sjúkur.
– Eg valdi at bíðja til mánadagin og tá eg so hevði strítt meg til kommunulæknan – var eg sendir beinleiðis við sjúkrabili til Havnar – og víðari til Danmarkar.
Tí betur – svarar Klaksvíkar Sjúkrahús – enn – men spurningurin er hvussu leingi tað verður.
Eisini ber framvegis til at ringja beinleiðis til Norðoya Sparikassa og eyðkendu – fryntligu telefondámirnar kenna oftast øðrindini áðrenn ein hevur borið tey upp á tungu.
Landsstýrið farið í yvirgear
Tá ein stjørnar einum landið er tað sera týdningarmikið at ein gongur á odda í øllum ráki.
Og tað má sigast at telefonirnar hjá landsstýrinum eru nú so samankoyrdar og gjøgnumskygdar at ringir tú til Løgmannsskrivstovuna so grettir ikki at Innlendismálaráði svarar. Og ringir tú til Innlendismálaráði – so hendir meira enn einaferð at Løgmannsskrivstovnan er fyrri at svara.
Sum Norðlýsið skilir so er skipanin hjá Landsstýrinum so smart at tað er sama telefondáman, sum svarar – men hon sær á framkomnu telefonini um borgarin ringir til løgmann ella Vestergaard. – Tað kiksar tó av og á tá telefondáman gloymir hønn hon svarar fyri – og tí er tað at tú fært skrivstovuna hjá løgmanni tá tú ætlar at ringja til Vestergaard.
Radioeftirlitið
– ein av smærru almennu stovunum – samskiftiseftirlitið – er komin eitt fet víðari.
Ein dagin Norðlýsið skuldi hava fatur á Kappingarráðnum – svaraði samskiftiseftirlitið. Tá vit spurdu hvussu hetta bar til, svaraði viðkomandi at hann ikki rættuliga hevði stýr á stovnunum tí hann hendan dagin gekk við fleiri fartelefonum í lummanum – tá fleiri starvsfólk hjá tí almenna vóru á skeið.




