Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nordlysid.fo druknar í politikki

John William Joensen

og tí eru vit nú noyddir at taka pening fyri politiskar greinar á heimasíðuni hjá Norðlýsinum

Vit ynskja at takka øllum teimum mongu, sum senda okkum politiskar greinar og ein serstak tøkk til teir politikarar sum regluliga senda Norðlýsinum politiskt tilfar.

Men tíanverri so kemur so nógv tilfar í løtuni at vit eru noyddir at taka 150 kr. + mvg. pr. grein sum skal út á heimasíðu okkara.

Hetta verður galdandi fram til Fólkatingsvalið.

Eisini taka vit hálvan lýsingarprís fyri politiskt tilfar sum skal í blaðið – ið verður borið hvørja viku í hvørt hús í norðoyggjum og Eysturoynni.

Tit gera rætt
Vit fara samstundis at ynskja øllum sum stillað upp til Fólkatingið eitt gott val – tí rætt gera tit tá tit brúka okkara demokratisku skipan.
Løgtingsvalið stendur eisini fyri framman og taka vit eisini hattin av fyri teimum – sum á einhvønn hátt geva sítt íkast til politiska kjakið.

Í løtuni vita vit ikki nær løgmaður ætlar at útskrivað val – men møguleiki er fyri at gjaldsskipanin hjá okkum verður galdandi fram til løgtingsvalið.

Hóast goldið verður fyri greinar fáa tær ikki serstakan forrætt á heimasíðuni – men verða prioriteraðar sum alt annað tilfar

Harleywoodpaint