Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlendska ungdómsráðið vil hava giftarmyndugleikan tiknan frá kirkjum og samkomum

John William Joensen

Tilmælið frá norðurlendska ungdómsráðinum fekk harðligt mótmæli frá Jógvan við Keldu, sum er limur í Norðurlandaráðnum

Norðurlendska ungdómsráði sigur í einum tilmæli til norðurlandaráði, at m.a. giftarmál eiga at verða tikin úr kirkjum og samkomum.

Ungdómsráði heldur ikki at giftarmál skullu hava nakað við relgión at gera – men eiga burturav at vera ein statslig handling.

Hetta fekk Jógvan við Keldu at taka orðið og í konservativa bólkinum í Norðurlandaráðnum fekk hann breiða undirtøku.

– Eg ávarið staðiliga móti hesum av fleiri orðsøkum.

– Vit eiga at halda fast við tað mentan sum vita hava og eg góðtakið ikki at man bakkar fyri muslimska og eysturlendska trýstinum. Tað er umráðnandi at vit taka eina avgjørda støðu í hesum málinum, segði Jógvan við Keldu sum fekk stuðul frá fleiri røðarum í konservativa bólkinum.

Jógvan við Keldu segði annars at vit skullu hava í huganum at í ungdómsráðnum eru fleiri persónar, sum verða politikkarar um eini fimm til tíggju ár ella skjótari.