Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval týsdagin 13. november 2007.
Valt verður á hesum valstøðum:
KÍ-høllin í Klaksvík
(Klaksvík, Ánir og Norðoyri)
Skúlin í Árnafirði
(bygdin Árnafjørður)
Skúlin í Mikladali
(bygdirnar: Mikladalur og Trøllanes)
Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 09.00 og 20.00, og so leingi veljarar møta uttan steðg.
Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf 41 00 00, inntil leygardagin 10. november 2007 kl. 18.00. Miðlan hevur opið leygardagin 10. november 2007 frá kl. 14.00 til 18.00
Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 41 00 00.
Klaksvíkar Býráð 30. oktober 2007
www.klaksvik.fo




