Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingar á Føroya Shell

Oliver Joensen

Síðani íslendingar yvirtóku Føroya Shell, eru nógvar broytingar hendar í leiðsluni. Millum annað er Niclas Heri Jákupsson settur sum Sølu og marknaðarleiðari.

Tað vil so vera, at felag ið fær nýggjar eigarar eisini verður fyri stórum broytingum. Nýggj nevnd er sett og eisini var Hendrik Egholm settur sum nýggjur stjóri, hann kom frá Smyril Line. Nú er so Niclas Heri Jákupsson, ið var leiðar hjá Sell í Klaksvík settur sum sølu- og marknaðarleiðari, hann avloysir Erling í Liða, ið er farin úr starvi hjá Shell.