Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ache Indianarar

Høgni Klakkstein

Leygarkvøldið 10. nov. kl. 20:00 í Atlantis. Kvøldið verður skipað sum fyrilestur og filmssýning.

Flemming Petersen, ið hevur gjørt filmin, kemur at greiða frá ymiskum hann hevur upplivað í millum Ache Indianararnar í Paraguai. Flemming hevur síðani 1982 vitja og eftir førimuni roynt at hjálpt Ache Indianara bólkinum í Paraguay. Ache Indianara bólkurin hevur í øldir búleikast í regnskóginum í Paraguay og livað av tí, sum skógurin gav. Síðani fyrst í 80’ inum eru livikorini hjá teimum alsamt versnaði, tí alt meira av regnskóginum verður høgt niður av nýbyggjarum. Í 1995 fingu Indianararnir tinglisið eitt lendi á uml. 6.000 ha. til støddar. Hetta lendi varð ætlað til nýdyrkingar, men við handamegi er hetta ógvuliga tungt at fáast við.
Tá Flemming í 1997 fór til Paraguai, gav hann teimum ein traktor, reiðskap, olju og eykalutir til eina ársnýtslu. Hetta kom væl við hjá Indianarunum, men nú er traktorurin upp slitin, tískil hava teir í dag eingi amboð til at dyrka hetta lendi.
Flemming ætlar nú at keypa teimum ein nýggjan traktor og ein lastbil. Hann hevur fingið nakað av peningi til vega við eini fløgu útgávu og DVD filmi, sum hann gav út fyri jól í 2006, umframt hetta hevur skótahjálpin avgjørt, at ein partur av teirra inntøkum í ár fer til hetta endamálið.
Flemming sær hetta hjálpararbeiðið, sum sítt ískoyti til hjálpararbeiði úti í heimi fyri Føroyar, hann fæst við hetta, tí hann trýr, at føroyingar eisini kunnu gera nakað munagott úti í heimi. Men um ætlanin skal gerast til veruleika, hevur hann brúk fyri tykkara stuðli.
Tískil verður heitt á fólk um at møta fjølment, tí allur peningurin, sum kemur inn í atgongumerkjasølu, fer óskerdur til hjálpararbeiðið hjá Flemming Petersen í Paraguai.

Meir: Klikk  Atlantis

Harleyfacadeacryl