Hvat í allari víðu verð skulu føroyingar gera á einum fólkavaldum tingi hjá eini aðrari tjóð?
Heldur løgin spurningur at seta sær hjá einum fólki, ið hevur sítt egna ting. Og man hetta ikki vera eindømi, at tingfólk kann sita í tveimum fólkavaldum tingum.
Men í veruleikanum er hetta als ikki løgið. Tí støða okkara í dag er tann, at lógarsmíð og støðutakan hjá okkum føroyingum liggur á tveimum støðum, bæði í Føroyum og í Danmark.
Altjóða samfelagið
Stór mál verða viðgjørd og avgerðir tiknar á Fólkatingi, ið viðkoma okkum føroyingum. Vit skulu sum tjóð taka lut í altjóða samfelagnum! Um vit halda tað er trygt gott at liggja afturundir einum øðrum fólki og durva, so hevur søgan prógvað, at hetta er ikki so! Og halda vit, at umheimurin kemur ikki til okkara, og vit kunnu liggja her í dvala uttan at noyðast at taka støðu til nakað í altjóða heiminum, so fara vit so dyggiliga skeiv. Tí eru vit ikki við í altjóða samfelagnum, so fara onnur at siga okkum, hvussu okkara veruleiki skal síggja út.
Hugsa tær, hvussu heimurin hevði sæð út, um ikki fólk hvønn dag høvdu tikið sær av uttanríkis politiskum málum?
Tjóðveldi røddin út í heim
Okkara fyrsta hurð út í heim er Fólkatingið. Her eigur rødd okkara at vera, og síðan eigur hon at hoyrast nógv longur út í heim.
Tjóðveldi er røddin, sum brennur fyri føroyskum áhugamálum og skapar álit og virðing á Fólkatingi.
Vit fara at varpa ljós á støðu Føroya, tá Danmark væntandi gerst partur av ES-grundlógini og at virka fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða felagsskapum.
Føroyingar skulu sjálvir taka støðu til at seta egna grundlóg í gildi, og umvegis fólatingssessin skulu vit skapa virðing fyri hesum arbeiði.
Óluva Klettskarð, valevni hjá Tjóðveldi




