Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Køge Open næst síðsta vikuskifti: Pauli Mohr 2 silvur- og 2 bronsumedaljur

Norðlýsið ÍTROTTUR

16 ára gamli Pauli Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag var ein av profilunum á føroyska liðnum í Køge Open, har hann var við í fleiri finalum.

Ein av stóru profilunum hjá FS (Fuglafjarðar Svimjifelag) er 16 ára gamli Pauli Mohr, sum er góður til bæði frísvimjing og firvaldasvimjing, men frísvimjing man tó vera hansara yndisgrein.

Pauli var við í føroyska ferðalagnum, sum næst seinasta vikuskiftið luttók í Køge Open, og sum væntað var hann millum heiðursmerkjakandidatarnar.

Á fyrsta kappingardegnum, fríggjadagin, vann Pauli bronsu hjá juniorunum (16-17 ár) í kappingini 100 metrar blandað svimjing, og tað var hann væl nøgdur við. Tíðin hjá honum var 1 minuttur og 4,97 sekund, sum var áleið eitt sekund frá hansara bestu tíð.

Frammanundan kappingini segði Pauli seg vóna at fáa eitt heiðursmerkjapláss í 50 m frísvimjing, men ístaðin bleiv tað til eitt silvur-heiðursmerki á teininum 50 metrar firvaldasvimjing, sum eisini er ein av hansara sterku kappingargreinum.

Harumframt vann Pauli hann 1 silvur (í 4 x 50m blandað svimjing) og 1 bronsu (í 4 x 50m frísvimjing) sum ein av fra í bestu stafettini hjá føroyska liðnum, sum luttók í Køge Open.