Hvørja ferð tá val nærkast, eru flokkar sum føra seg fram sum garantur fyri vælferðina hjá borgarunum í landinum.
Tað eru ikki smávegis garanti sum vera givin, lat meg byrja við útbúgvingarskipanini. Tað verður garantera eina útbúgvingarskipan sum sigur spar tvey til alt, millum heimsins fremstu í 2015; sum um tað ikki er eitt felagsmál fyri allar politiskar flokkar, at hava eina góða útbúgvingarskipan í landinum.
Trygd verður givin, men ikki eitt orð um innihald, hvat er hetta fyri ein útbúgvingarskipan sum er so fantastiska góð og framkomin, er hetta ein skipan sum byggir á kæft, trit og retning prinsippið, har disiplin, ordan og próvtøkur frá fyrsta flokki merkja dagliga dagin hjá næmingunum?
Ella er hetta ein útbúgvingarskipan sum setir næmingin í miðdepil og leggur størsta dentin á at menna einstaka menniskja við teimum førleikum sum tað hevur, ein útbúgvingarskipan har mál, mentan og søga hevur høga raðfesting, og ein skúli har næmingurin fær høvi at menna síni skapandi evni. Hetta seinna er í øllum førum tann skúlin eg vil berjast fyri skal gerast veruleiki í Føroyum, og við slíkum skúla veruliga seta Føroyar á heimskortið.
Heidi Petersen.




