Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Gentur 10 fingu Silvabóltar frá Norðoya Sparikassa

(Hannefía Joensen)

Norðoya Sparikassi ynskti at geva teimum hvør sín Silvabólt, og soleiðis verða við til at stuðla og menna hond-bóltinum í Klaksvík.

Tað gjørdist sum í grøvini, tá formaðurin Kristoffur Ragnarson og marknaðarleiðarin Ann Olsen frá Norðoya Sparikassa við einum stórum posa við bóltum, stungu høvdini inn til tí annars fnisutu hugnaløtuna, ið gentur 10
høvdu á loftinum í KÍ-høllini. Ann Olsen greiddi gentunum frá, at Norðoya Sparikassi ynskti at geva teimum hvør sín Silvabólt, og soleiðis verða við til at stuðla og menna hond-bóltinum í Klaksvík.

Stjørnan hevur stóran hóp av gentum, ið ynskja at venja hondbólt og í teim smáa lið-unum er tað sera umráðandi, at genturnar hava hvør sín bólt til venjing, soleiðis at hvør leikari kann hava so nógvar bóltrøringar gjørligt fyri at menna um bóltførleikan og hervið gerast betri hondbóltsleikari. -Gentur 10 teljast nú 32 gentur, ið dúgligani møta upp til hvørja venjing og kemur gávan frá Norðoya Sparikassa sera væl við. Hondbóltur er ein liðítróttur og er tað tí torført at leika hondbólt aleinaður. Genturnar læra ikki nakað serligt hondbólt í skúlanum og er tað tí sera umráðandi at tímarnir í høllini verða brúktir best gjørligt. Her er neyðugt at læra genturnar at kenna hondbóltsreglarnar, samanspæl og at hava tað stuttligt
við einum bólti.

Einstaklingavenjingin, har dentur verður lagdur á at kasta, lofta, dribla, finta er eisini ein týdningarmikil partur av venjingini, og torført er at fáa stundir til alt tá vant verður einans 2 tímar hvørja viku. Góðan bóltførleika er nakað genturnar kunnu venja heima, á vegnum, móti einum
betongveggi og eisini heilt aleina og soleiðis kunnu vit fáa so nógv burturúr kappingarárinum sum gjørligt – So gentur 10, segði nakar skúlating?

Ja, nú heilt víst eisini í hondbólti.