Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÓSANNINDI OG KRISTINDÓMUR

John William Joensen

Sjúrður Skaale svarar Jenis á Rana aftur

Í hólmgonguni millum meg og Karsten Hansen tók eg fram hetta brotið úr stevnuskrá Miðfloksins: “bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni”.

Eg spurdi Karsten hvør myndugleiki skuldi gera av, nær ein lærari er nóg kristin. Hann svaraði, at hatta ikki stendur í stevnumiðunum – hóast tað stóð á floksins egnu heimasíðu. Men tað var broytt síðsta summar, og ein nýggj heimasíða var á veg, segði hann. Tí vildi hann ikki svara spurninginum.

Leygardagin kom so nýggja heimasíðan. Stevnuskráin eru nakað broytt – men tað, sum eg endurgav og spurdi um, stendur har enn. Óbroytt!

Karsten segði also ósatt. Hann bar eisini fram fleiri onnur ósannindi.

Tá Miðflokkurin var í andgletti í sjónvarpinum hóskvøldið segði Jenis av Rana, at “skulu fólk hava tey kristnu lívsvirðini vard, so er tað bara Miðflokkurin, sum verjir tey”.

Flokkurin tekur also politiskt patent uppá kristindómin, samstundis sum hann ber fram ósannindi.

Vit eru fleiri, sum halda tað vera ódámligt.

Sjúrður einki skeivt sagt!
Síggi annars at Jenis er eftir mær í dag í sera grovum vendingum í sambandi við hólmgonguna. Hesin maður, ið førir seg fram sum Guds umboð í politikki, sigur, at eg hati øðrvísi hugsandi, og haldi til í einum runudíki…

Men hann hevur onga gundgeving. Og kann ikki vísa á eini einastu ósannindi, ið eg bar fram í sendingini. Alt er skjalfast!

Góðu føroyingar: Latið ikki Miðflokkin halda fram at misbrúka kristindómin í kyniskum politiskum spæli!