Fólkatingsvalið tykist ikki at fáa hjartað við hjá fólki.
Høgni Hoydal
Tað er væl skilligt. Tí hvussu skulu vit leita fram tileggjanina at atkvøða í einum vali, sum staðfestir okkara vantandi fólkaræði og støðu sum hvørki fuglur ella fiskur sum fólk?
Tí sigi eg: Eitt fólkatingsval skal nýtast til at senda eitt týðiligt politiskt tekin frá veljaranum til føroyskar politikarar og til umheimin.
Ætla vit at góðtaka politiska støðuloysið, har ongin kós, ongin virðir og mál fáa rúmd og virknað í Føroyum?
– Har búskaparliga ábyrgdin er slept uppá fjall?
– Har útlendingamálið liggur óloyst og rekst?
– Har okkara atgongd til altjóða samfelagið er stongd í støðuloysi og uttanumtosi?
– Har okkara samleiki er pakkaður inn og parkeraður í vantandi mentanarpolitikki og samtyktum ið lýsa okkum sum undirskipaðan part í Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne?
– Har nýggjur stættarmunur verður grivin millum samfelagsbólkar og økir í landinum?
– Har vit framvegis skulu vera hvørki? Hvørki sjálvstøðugt land ella danskt øki?
– Har vit orsakað av politiskum støðuloysi nú standa uttanfyri Kyoto-bindingarnar, tí løgmaður vil ikki fornerma fólkaflokkin, hóast hann hevur samt ting aftanfyri seg?
– Og har onki fær avleiðingar og rættartrygdin er ein býur í Danmark?
Ella kunnu vit finna áræðið til at siga: Nei, nú vilja vit hava hjarta og mál og framtíðina á skránna!
Nú vilja vit seta greiða kós og taka fólkaræðisligar avgerðir í Føroyum, sum kunnu gera okkum errin og savna okkum – hóast allar smáligar ósemjur um atkvøðukeyp?
Mín vón er, at svarið verður greitt frá veljaranunum.
Føroyska sjálvstýrisrørslan hevur ikki ráð at senda sambandsflokkarnar út í heim at tala okkara søk. Tað vil beinanvegin verða tulkað sum at føroyska sjálvstýrisstríðið verður standandi í frígeari.




