Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF heimaftur við stórtapi

Oliver Joensen

Stjørnan lat ongantíð nakran iva vera um hvat lið var tað sterkara ídag í dystinum ímillum Stjørnuna og VÍF í KÍ-høllini ídag.

Beinanvegin vísti Stjørnan tenn. Tá ið umleið 11 minuttir vóru leiktir, var Stjørnan á odda við sjey málum ímóti ongum og hálvleiksstøðan gjørdist 16-7 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, og eisini ungu leikararnir, sum sluppu at royna seg, megnaðu at halda VÍF burtur frá at taka nakað av stóru leiðsluni hjá Stjørnuni og dysturin endaði tí við einum 28-14 sigri til Stjørnuna.