Amerikanarar tiltala fyrrverandi presidentar, sum mr. President ella President Ford, President Clinton o.so.fr., men í Føroyum missur tjóðarleiðarin heitið so skjótt hann er farin úr embætinum
Amerikanarar, sum eru kendir sum tjóðskaparligir og pávastoltir av øllum sum er amerikanskt, tiltala fyrrverandi presidentar, sum mr. President ella President Carther o.so.fr.
President Bush, President Carther, President Reagan, President Ford – soleiðis verða baði núverandi og fyrrvernandi amerikanskir forsetar umrøddir á manna munni, á skrivt og í fjølmiðlum.
Í Føroyum hinvegin siga vit altíð fyrrverandi løgmaður – og tá undirstrikað vit jú at persónurin ikki longur er løgmaður. Tað kann eisini leggja politiskir undirtónar í hendan tiltaluformin- tí í kringvarpinum í gjár var ein fyrrverandi løgmaður lagdur undir at hava lagt seg út í eitt ávíst mál og man kundi líka sum lesa at ein hevði fangað ein fyrrverandi løgmann í einum ella øðrum.
At nevna fyrrverandi løgmenn – fyri løgmenn – kostar einki men tað gevur persónunum eina tign og harvið leggja vit eisini dent á at vit Føroyingar eru ein stolt tjóð har nakrir fáir persónar fáa heiðurin at gerast løgmenn.
Teir eru einastu løgmenn í heiminum – og vit eiga teir – og sum Føroyingar eiga vit altíð at vera stolt av okkara landið – líkamikið hvat vit meina um teir persónar, sum vit velja at stjørna okkum.
Norðlýsið hevur roynt at spurgt seg fyri hjá ymiskum frøðingum, men eingin dugur at siga hvussu rætta nýtslan av titlinum er.
Tó kann staðfestast at kongur og drotning missa ongantíð titulin hóast tey ikki longur stjørna einum landið. Soleiðis er eisini við Presidentum. Heldur ikki missa professarar heitið sítt hóast teir eru pensjónistar og ikki longur eru í starvið.
Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur, minnist at foreldur síni plagdu at kallað Kristian Djurhuus fyri "gamli løgmaður", men annars hevði hann onga meining um hendan spurning.




