Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bóka- og kjaktiltak í Leikalund

Hannefía Joensen

Hóskvøldið tann 29. november kl. 20 verður kjaktiltak í Leikalund í Klaksvík í sambandi við, at nýggja essay-savnið “Krossvegir” verður løgd fram.

Bill Justinussen, Sjúrður Skaale og Rúni Rasmussen fara m.a. at kjakast um, hvønn leiklut átrúnaður hevur og skal hava í almenna og politiska lívinum í Føroyum. Undir tiltakinum spælir fløguaktuelli Uni Arge.

Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í føroyskum politikki? Er kristindómurin ein fortreyt fyri mannarættindum? Ella hóttir kristindómurin hesi rættindi? Hóttir gudleysa humanisman kristna siðaarvin? Er kristindómurin kvinnukúgandi? Valdu fjølmiðlarnir síðu í sambandi við málið um § 266b?
Hetta eru nakrir av teimum spurningunum, sum nýggja essay-savnið “Krossvegir” viðger, og sum Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen hava ritstjórnað. Í bókini viðgera fimtan høvundar við ymiskum sjónarmiðum og frá ymiskum sjónarhornum spurningin um samanspælið millum átrúnað og samfelag. Og evnini fevna frá fjølmiðlum til javnstøðu til kjakmentan til fólkakirkju, fríkirkjur, kristindóm og gudloysi.
Hóskvøldið tann 29. november kl. 20 verður bókin løgd fram í Leikalund í Klaksvík, og síðani verður kjak um nøkur av omanfyri standandi evnum. Í panelinum eru Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Sjúrður Skaale og Rúni Rasmussen, sum báðir eru millum høvundarnar í bókini “Krossvegir”, og sum báðir eru samfelagsfrøðingar. Harumframt er Sjúrður Skaale eisini valevni hjá Tjóðveldi. Undir tiltakinum fer fløguaktuelli Uni Arge at spæla nøkur løg frá hansara nýggju fløgu “Mitt í sjónum”.

Møtið fjølment.