Føroya Skúlabókagrunnur gevur út tvær nýggjar myndabøkur, sum við støði í klassiskum renessansumálningum leiða okkum innar í átrúnaðarliga list og spennandi bíbilsk temu.
Hugsa tær ein skúlaflokk, sum er úti í heimi og brádliga rakar við ein klassiskan málning hjá Leonardo da Vinci, ella øðrum meistarum úr renessansuni. Næmingarnir høvdu ivaleyst kent vakurleikan í málninginum sjálvum, men skjótt høvdu tey mist áhugan, um tey hvørki kendu søgu ella persónar, sum vóru avmyndaðir, og enn minni dugdu at tulka listarligu ímyndirnar.
At bøta um hesa støðu gevur Føroya Skúlabókagrunnur út bøkurnar “Jesus í myndlistini” og “Móses í myndlistini”. Bøkurnar geva skúlanæmingum innlit og kunnleika at “lesa” og viðgera ein málning av hesum slagi og stuðla eisini upp undir arbeiði við aðrari myndlist.
Móses í myndlistini
Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var lóggevi, profetur og leiðari ísraelsfólks. Móses hevur sum fáur fingið rúmd í klassisku málningalistini. Tað prógva tær mongu hugtakandi myndirnar og søgurnar í bókini “Móses í myndlistini”. Eitt nú tá ísraelsfólk fara ígjøgnum Reyðahav, sum Frans Francken málaði, og tá Móses fær tey tíggju boðini, sum Rafael málaði fyri pávan, og ikki minst myndprýðingar Michelangelos í Sixtinska kapellinum í Vatikaninum í Rom, har vit síggja koparormin.
Jesus í myndlistini
Myndir, ímyndir og søgur úr Nýggja testamenti hava í øldir kveikt listafólk, og nøkur av heimsins størstu listaverkum lýsa tilburðir úr lívi Jesusar. Í bókini “Jesus í myndlistini” verða fleiri teirra endurgivnir, m.a. Jesu føðing, Vísmenninir úr Eysturlondum, Heilaga kvøldmáltíðin eftir Leonardo da Vinci og Uppreisnin, sum er partur av altartalvu hjá Matthias Grünewald. Henda forvitnisliga altartalva er eisini viðgjørd í bókini “Káin og Ábel”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 2003.
Renessansan
Renessansan er eitt spennandi tíðarskeið, har stór framstig vóru gjørd í list, heimspeki og vísindum. Ávirkanin breiddi seg skjótt við prentkynstrinum um alt Evropa. Í renessansuni varð grundarlag lagt undir nýggjan hugsunarhátt, humanismuna, og heimspekingar sum t.d. Erasmus úr Rotterdam bjóðaðu katólskum kirkjuveldi av.
Perspektivið varð staðfest, Galilei ger ein kikara, Kopernikus eygleiðir stjørnurnar, og Machiavelli skrivar um makt. og hvussu eitt land eigur at verða skipað.
Renessansan, ið eisini verður nevnd endurreisnin, hevur áður verið viðgjørd í alfrøðini “Heimur Okkara”, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags góvu út í 1992.
Kristni og tilevning
Umframt til heimligan hugna kunnu bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini brúkast í kristni og tilevning og í miðdeild fólkaskúlans, tað er frá 3. til 7. skúlaflokki. Bøkurnar kunnu eisini brúkast í lesing, føroyskum og donskum yvirhøvur til tess at læra seg at eygleiða ímyndir, súmbol og myndatalu.
Bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini hevur Regin av Steinum týtt úr enskum. Birgir Kruse hevur í báðum førum havt ta fakligu viðgerðina um hendur. Upprunahøvundur er Neil Morris, og bøkurnar eru prentaðar í samprenti við kinverjar í Hong Kong.
Bøkurnar kosta 148 kr. hvør og fáast í bókabúðunum og frá Bókamiðsøluni.




