Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Berit sýnir fram í Miðlan

(Hannefía Joensen)

Berit Norðoy er 29 ára gomul og er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Áhugin fyri at mála kom longu, tá ið hon var heilt ung.

Berit hevur tikið fleiri kvøldskúla skeið, umframt onkur onnur málningaskeið. Berit hevur fyri tað allar mesta arbeitt við Acryl máling, og myndaevnini hava verið ógvuliga víða. Henni dámar væl at mála virkin fólk, fólk sum eru í vinnu ymsastaðni, kanska serliga fiskivinnu.

Eitt av myndaevnunum, til hesa framsýningina, er kroppurin og so eru eisini nakrar abstraktar myndir. Litirnir sum Berit Norðoy serliga brúki er blátt, gult og reytt.

Allar myndirnar til framsýningina eru frá 2007

Berit hevur bæði haft framsýningar sjálv og saman við øðrum.