Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðslimir í iva um miðbýin

John William Joensen

Tað var um reppið at býráði týskvøldið gav FK loyvi at byggja í miðbýnum og fleiri býráðslimir settu spurnartekin við ætlannar í miðbýnum.

Tað stóð á jøvnum 5-5 tá atkvøtt varð um eitt broytingaruppskot, sum mælti til at geva FK byggiloyvi á grótkastinum á sandinum har sum miðbýarfelag í løtuni arbeiðir við einari miðbýarætlan.

Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri, boðaði frá at hann vegan innhabilitet ikki kundi luttaka í orðaskiftinum og fór tí av fundinum.

Undir orðaskiftinum um broytingaruppskoti – kom fram at býráðslimir eru farnir at ótolnast eftir hvat hendir í miðbýnum.

Thorleif Sigurðsson vísti á at miðbýarfelagið hevur fingið fleiri freistir frá býráðnum at koma við endaligum svarið og at seinasta freistin var úti fyri fleiri mánaðum síðani.

Tí fór hann at atkvøða fyri broytingaruppskotinum um at geva FK byggiloyvi í miðbýnum – eisini tí at hetta var tað økið sum býráði upprunaliga gav FK loyvi at byggja á.

Sum partur av teknisku nevnd fór hann eisini at atkvøða fyri at geva FK byggiloyvi norðan fyri Statoilstøðina, um broytingaruppskotið fall.

Borgarstjórin var ikki samdur við Thorleif og vísti á at miðbýarfelagið hevði fingið loyvi frá býráðnum at byggja á økinum og so leingi sum býráði ikki hevði tikið hetta loyvi aftur – kundi býráði koma í eina sera keðiliga støðu um ein samtykt lovdi FK at byggja á sama økið.

Borgarstjórin ásannaði at signalini, sum vóru komin frá miðbýarfelagnum í seinastuni, vóru ikki serliga góð – men býurin átti at lata hesa verkætlan standa sína roynd.
– Teir eiga at fáa ein møguleika afturat – men sjálvandi kunnu vit ikki bíðja óendaligt.

Harleywoodpaint