Í februar mánaða 2008 verður ein týðandi partur av Klaksvíkar søgu at síggja sum sjónleikur.
Hetta snýr seg um einamansleikin Sjóvevur, ið er um svensku Ainu Cederblom (1896-1986), sum flestu tilkomnu føroyingar munnu kenna.
Í 1933 sigldi hon úr Svøríki til Føroya í sínum lítla motorbáti Rospiggen II og helt leiðina fram til Grønlands við skonnartini Stellu Mariu. Har varð Rospiggen sjósettur, og Aina setti kós móti Amerika. Í nítjan dagar bardist hon í ísinum til vindurin førdi hana aftur móti Grønlandi. Hon kom heimaftur til Klaksvíkar við skonnartini Magischiana – har hon gjørdi av at byggja ein vevskúla úti í Grøv í Klaksvík.
Søgan um Ainu Cederblom er serstøk. Hon vígdi sítt lív til at hjálpa øðrum. Hon var fyrst og fremst listakvinna, men eisini sjófjakkari . Hennara mál var at geva kvinnum eitt amboð, so tær kundu klára seg sjálvar, og hevur hon slóðað fyri bæði í India, Amerika og ikki minst í Recive í Brasilia, har hon setti á stovn tveir vevskúlar.
Eyð Matras, úr Klaksvík, journalistur og sjónleikari, eigur hugskotið til verkætlanina Sjóvevur. Sigrún Valbergsdóttir , leikstjóri úr Íslandi hevur skrivað leikin, ið er dramatisering av bókini "Som sjøluffare på Atlanten", sum Aina Cederblom sjálv skrivaði um ferðina higar.
Sjóvevur er einmansleikur har nógvir ymiskir persónar koma fyri.
Eyð Matras er leikari og Magni Husgaard, ger tónleikin og verður hann eisini á palli. Edward Fuglø stendur fyri pallmyndini og Árni Baldvinsson er ljóssniðgevi. Leikurin verður frumsýndur ferbuar 2008 – Hetta eisini í sambandi við Torradagarnar tá.
Sí eisini
www. eymaleik.com




