Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælgerandi jólahugni í Viðarlundini

John William Joensen

Jóladekoratiónir, brenni og tilfar til dekoratiónir til frama fyri vælgerandi endamál eru at fáa, tá Lions Club Tórshavn sunnudagin hevur sín árliga jólahugna í Viðarlundini í Havn.

Heitt kakao, bollar, vaflur og sunkist seta sín dám á – saman við horntónleiki.

Í hálvantriðja tíma seinnapartin sunnudagin, sum jú er fyrsti sunnudagur í advent, skipa limir í Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Tiltakið, sum hevur til endamáls at útvega pening til vælgerandi endamál, byrjar klokkan 14 og heldur fram til klokkan 16.30.

Sum undanfarin ár, fara limir í Havnar Hornorkestri at hugna um løtuna við jólaligum horntónleiki, meðan tey vitjandi kunnu finna sær bæði lidnar jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, um tey hava hug til sjálv at gera tær heima við hús.

Økið er somuleiðis pyntað við ljósketum, umframt at bál verður og livandi ljós fram við ánni. Eisini ber til at fáa eitt nú kaffi, kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist. Her er snøgt sagt lagt upp til rættan jólahugna og ta best hugsandi byrjanina upp á adventina og komandi jólatíðina.

Okkurt gott til børnini
Hetta er eitt familjutiltak burturav, so børnini kunnu eisini gleða seg, tí hóast ein løta er enn eftir til jóla, gevur jólamaðurin sær stundir til at vitja. Heldur ikki verða tey mongu børnini hesa ferð snýtt fyri okkurt gott úr posanum hjá jólamanninum.

Hetta er 19. árið á rað, at Lions Club Tórshavn skipar fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn fyrsta sunnudag í advent.

Fyrstu ferð var í 1989, og síðani hevur í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins verið skipað fyri hesum tátti, ið við árunum er blivin eitt tiltak, mong ikki kunnu vera fyriuttan.

Sum vanligt er, fer allur ágóðin av jólahugnanum óskerdur til okkurt vælgerandi endamál, so millum klokkan 14 og 16.30 sunnudagin eru øll hjartaliga vælkomin at vera við til at gera mun onkrastaðni, har tørvur er á tí!

Harleywoodpaint