Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan leikar fjóðringsfinalu í kvøld

Oliver Joensen

Stjørnan leikar fjóðringsfinalu í steypakappingini á Skála í kvøld kl. 19.15 ímóti StÍF.

Tað er onki at ivast í, at talan verður um ein truplan
hjá Stjørunini, tá tær í kvøld kl. 19:15 á útivølli skulu
leika fjóðringsfinalu í steypakappingin móti StÍF.
Liðið sum tapur kemur ikki víðari í steypakappingini

Lutkastið til fjóðringsfinalurnar í steypakappingin
hjá kvinnunum lagaði seg soleiðis fyri Stjørnuna, at
tær á útivølli skulu leika móti StÍF. Tað hevur
víst seg, at StÌF hevur gott tak á Stjørnuni á heimavølli.
Eitt gott dømi um tað var, tá liðini seinasta leygardag
leiktu landskappingardyst á Skála. Tað var við tógvi
stríð, at Stjørnan vann tann dystin 23-21.
Málið hjá Stjørnuni er at endurvinna greipuna, og eitt stig
á leiðini er dysturin í kvøld, sum skal vinnast. Tað liðið
sum tapir dystin í kvøld kemur ikki víðari í steypa-
kappingini. Tað er neyvan nakað at ivast í, at talan
verður um truplan dyst hjá Stjørnuni, men fáa tær álops-
spælið at koyra betur, enn tað gjørdi leygardagin, so
skuldi útlitini fyri einum sigri verið góð.
Dysturin byrjar kl. 19:15.

Harleyfacadeacryl