Sambandsflokkurin vil ikki verða við til at leingja stjørnartíðina hjá tinginum.
Fyri løtu síðan legði formaðurin í Sambandsflokkinum fram broytingaruppskot sum merkir at samgongan ikki sleppur at leingja stjørnartíðina tvær vikur afturat.
Orðsøkin er at einstakir samgongulimir í seinastuni hava lagt stór og kostnaðarmikil uppskot fyri tingið.
– Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppskotini trekt aftur og tí gevur tað onga meingin at leingja stjørnartíðina hjá tinginum.




