Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið saman við Alex sólstein skipað fyri London ferð á Páskum

(John William Joensen)

Í døgunum 15. mars til 19. mars skipar Norðlýsið saman við Atlantic Airways og Alex Sólstein, fyri spennandi bólkatúri til London

Avmarka luttøka

Skrá:

15 mars

Fráferð Vágar 07:30 – Koma Stansted 09:30

KL. 10.30
Við bus úr Stansted og inn til London.
Avegis sightseeing við steðgi á Natural History Museum og vitjan umborð á London Eye.
Verða á hotellinum kl. 17.00

KL. 17.00
Kekka inn á ROYAL NATIONAL HOTEL, 38-51 Bedford Way, London, WC1H ODG. Hetta er størsta hotellið í Mið-London. Har rúmast meira enn 2000 gestir. Á hotellinum er matstova, kaffistova, "pub", kinesisk matstova, kiosk o. a. m. Hotellið liggur sera væl fyri, so stutt er at ganga til Covent Garden; British Museum, Madame Tussauds etc. Tveir minuttir at ganga til eina hampiliga stóra sølumiðstøð.
Við Morgun buffé.

KL. 19.00
Døgurði á hotellinum ella á matstovu í nánd.

16 mars

KL. 09.00
Heildags útferð í London til t.d. Westminster Abbey, St Paul´s Cathedra o.a.m.

KL. 15.00
Aftur á hotellinum. Stundir at fyrireika seg til kvøldið

KL. 18.00
Fráferð við bus til matstovu Pre-Theatre døgurða. 3 rættir

KL. 19.30
Farið verður til sangleikin Sound og Music á Prince of Wales Theatre. (www.londontheatredirect.com)

KL. 22.15
Bussurin koyrir aftur til hotellið

17 mars

KL 09.00
Heilan dag útferð til Dartford í Kent. Har liggur tað størsta handilscentrið í Evropa kallað Bluewater. Hevur sermerktan byggihátt og liggur í eini kálkminu. Ùtsjóndin er ænvintýrlíknandi, og innan eru alskyns handlar og matstøð. Liggur ikki lang frá tí tiltiknu QE2 Brúnni. (www.bluewater.co.uk)

18 mars

Frídagur

19 mars

Eftir morgunmat við bus út til Stansted.

KL. 14.55
Fráferð við Atlantic Airways til Føroyar

KL. 16.55
Koma til Vágar

Prísur 7.200,- pr. persón
Eyka fyri einkultkamar 1355,-

Við í prísinum:
Flogferð, 4 nætur á hotelli við morgunmati, døgurði dag 1 og dag 2, Flutningur við bussi, atgongumerki til Sangleik og London Eye

Avmarka luttøka

Tilmelding
Tilmelding á Norðlýsinum á tel. 45 62 85 í vanligari arbeiðistíð
Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 8. februar 2008 kl. 16.00.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í skránni.

Harleywoodpaint