Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til øll børn í Føroyum: TRYGD í jólahýri

(Oliver Joensen)

Komið og pyntið jólatræið og fáið møguleikan at vinna eina jólagávu!

Niðri í Gongini í høvuðsstaðnum stendur eitt jólatræ – púra ópynta.

TRYGD eigur hetta jólatræið, og bjóðar nú øllum børnum at koma og hjálpa til við at pynta træið. Ætlanin er, at børnini sjálvi hava gjørt pynti, sum tey koma og hanga upp á træið.

TRYGD hevur gott samband við Jólamannin, og hann hevur játtað at geva trimum børnum eina gávu hvør, sum tey kunnu ynskja sær. Harumframt fáa øll børn, ið pynta jólatræið, eitt endurskin og okkurt leskiligt.

Fyri at fáa møguleika at vinna eina gávu frá Jólamanninum, mugu børnini lata inn ein ynskiseðil við navni, bústaði, aldri, telefonnummari og ynskinum hjá sær. Jólamaðurin hevur ikki óavmarkað við pengum, og tí mugu ynskini vera rímilig.

Lutur verður trektur millum allar luttakararnar, og ringt verður til vinnararnir við boðunum. Seðilin liggur á heimasíðu okkara www.trygd.fo.

Kappingin byrjar mánadagin 10. desember, og heldur fram til og við týsdagin 18. desember.

Hvønn dag verða myndir av jólatrænum lagdar út á www.trygd.fo, so øll kunnu fylgja við, hvussu vakurt jólatræið er blivið.

Latið okkum saman pynta Føroya kulasta og flottasta jólatræ!