sigur løgmaður, sum staðfestir at landsstýrismennirnir hjá Sambandsflokkinum verða ikki koyrdir til hús.
– Eg má siga sum er at eg havi ongantíð funnið út av hvør orðsøkin var til at Sambandsflokkurin leyp úr samstarvinum og markeraði seg uppá eitt mál – sum var avtalað frammanundan.
– Sambandsflokkurin hevur heldur ikki boða frá at hann hevur sagt samstarvið upp og tí ætli eg mær heldur ikki at geva landskassanum eyka útreiðslur við at siga landsstýrismennirnar hjá flokkinum úr starvið.
– Vit høvdu ein fund í landsstýrinum seinrapartin fríggjadagin, har umsitingn greiddi frá at hvørjar møguleikar eitt landsstýri hevði eftir at løgmaður hevði útskrivað val.
– Á tí fundinum varð staðfest at landsstýrið hevur allar heimildir til at arbeið fram til eitt nýtt landdstýrið verður útnevnt.
– Í hesum sambandi gingu vit ígjøgnum arbeiðsøkið hjá landstýrinum og avtalaðu at vit fara bert at gera tað sum er mest neyðugt og má gerast fyri at ting ikki steðga upp.
Samstarvið kann halda fram
– Tá løgtingsval hevur verið er talvan vaskað rein og tá er einki sum forðar fyri at samstarvið í ABC samgonguni kemur at halda fram.
– Hasar 500 milliónirnar hjá Kaj Leo vóru jú ongantíð samtyktar og høvdu heldur ikki verið tað og tí vóru tað onnur ting sum gjørdu seg galdandi tá Sambandsflokkurin valdi at koma við eini útsøgn, sum gjørdi at løgmaður útskrivaði løgtingsval.
– Eg kann bara tosað fyri Javnaðarflokkin – at vit eru fúsir til at halda fram við samstarvinum og føra øll tey mongu mál sum hendan samgongan hevur sett sær á mál.
– Eitt er púra greitt at sleppur andstøðan framat so verða øll hesi málini óivað løgd í skuffuna og onnur mál verða sett á dagskrá.




