Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingið minnist Eliesar Arge

John William Joensen

Tá tingið kom saman í morgun hevði løgtingsformaðurin minningarorð, nú Eliasar Arge, fyrrverandi tinglimur andaðist

Edmund Joensen, tingformaður, hevði í morgun hesi minningarorð um Eliesar Arge:

"Mikudagin 12. desember andaðist Eliesar Arge, fyrrverandi tingmaður, 82 ára gamal.

Eliesar Arge var føddur í Havn 10. juni 1925. Foreldrini vóru Sigrid f. Simonsen úr Norðragøtu og Andrias Arge úr Tórshavn.
Eliesar var giftur við Lydiu Ejde f. Hansen. Tey eiga 2 døtur.

Eliesar ella Essa Arge, sum hann var nevndur, var útbúgvin lækni við sergrein í anæstsiologi og kirurgi. Eftir lidna serútbúgving kom hann til Føroyar at arbeiða og starvaðist hann, sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum frá 1964 til 1995, tá hann fór frá vegna aldur.

Essa Arge var eisini virkin í politikki umboðandi Fólkaflokkin. Hann var býráðslimur í Havn frá 1972 til 1988.

Hann var valdur á ting í 1974 og sat á tingi til 1978 og síðan aftur frá 1989 til 1990, sum varamaður fyri Jógvan Sundstein, meðan hesin var løgmaður.

Við hesum fáum orðum fari eg at biðja tingmenn reisa seg og minnast Essa Arge í tøgn eina løtu."