Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólini nærkast í hvørjum: Nú koma jólatrøini

John William Joensen

Óváttað tíðindi fyrr í jólamánaðinum vildu vera við, at útboðið av jólatrøum í Norðoyggjum var óvanliga lítið, og at vandi tí møguliga var fyri, at onkur hús fóru at verða uttan jólatræ, um tey ikki vóru nóg skjót úti um seg – men nú frættist, at jólatrø eru á veg, kortini.

Tað er ikki hvørt orð, ein skal svara til, sigur orðatakið, og óivað var hetta eitt av teimum tíðindunum, tá tað fyrr í mánaðinum frættist frá væl vitandi haldilsfólkum, at stórt trot var á jólatrøum.

Gaman í vóru tað óváttaði tíðindi, men sambært handilsfólkum í býnum, so var tað óvanliga hent í ár, at færri handlar enn vant høvdu bílagt jólatrø heim, og fyri at siga sum er, so stuðlaðu okkara leysligu kanningar undir leysatíðindini. Higartil hava tað nevniliga verið færri jólatrø at síggja enn vant at sæð á sølutorgunum í býnum, og hjá summum handlum, har tað vanliga á hvørjum ári liggja og jólatrø uttanfyri, hava ongi jólatrø verið at sæð. Handilsligu heimildir okkara vildu vera við, at orsøkirnar til vantandi grannatrøini ikki var lokal, men at hetta komst av, at færri trø enn vant eru á teimum norðurlendsku marknaðunum í ár.

Men nú frættist í býnum, at støðan – tá av tornar – ikki verður so ring, sum líkt var til, tí nú koma jólatrøini. Tey eru eitt sindur seinkaði í mun til undanfarin jól, men nú verða tey so at fáa til keyps í býnum.

Sostatt er nú líkt til, at Per og Ása og øll hini børnini eisini í ár fáa eitt vakurt jólatræ innar í stovuna at leggja gávurnar undir.

Gleðilig jól!