Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valfepur á monnum.

John William Joensen

Politisk viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um at droppað Vágoy og Sandoy.

Útmeldingin hjá Tórbjørn Jacobsen um at droppað tunnil til Sandoyar og at droppað útbyggingina av flogvøllinum í Vágum stendur fyri hansara egnu rokning.

Tjóðveldi leypur ikki frá gjørdum samtyktum á Føroya Løgtingið, har flokkurin atkvøddi fyri útbyggingini av Vága Floghavn. Uppskotið var samtykt á Føroya Løgtingi 18. apríl 2007, við 28 atkvøðum fyri og einari ímóti. Eisini standa vit við okkara uppskot um at tað hevði verið skilabest at leingja út á 1800 metrar. Ásannandi at nýgerð av alternativum flogvølli í Føroyum er ein longri prosess, stóð tingið saman um avgerðina at útbyggja í Vágum. Og eg skal hervið bara sláa fast at Tjóðveldi ikki er hokna í kongunum hesum viðvíkjandi.

Í spurninginum um tunnil til Sandoyar var flokkurin eitt sindur meira spjaddur, sjálvt um tað var Tjóðveldi sum setti Sandoyartunnilin á dagsskrá til seinasta løgtingsval. At nú valfepurin er komin á tinglim, er at harmast um, og uppaftur meira er at harmast um at politikarar sum rópa hart og gera nógv um seg í fjølmiðlunum, tá til stykkis kemur ikki hava rygg at standa við sínar avgerðir.

Í flokkinum vóru tríggjar atkvøður fyri tunlinum til Sandoyar, tvær blankar, ein ímóti og ein tinglimur var ikki til arbeiðis í tinginum tann dagin atkvøtt var. Atkvøtt var út frá tí sannføring at ein fíggjarliga ábyrgdarfullur fíggingarháttur var funnin til íløguna, og at hon kom í eina langtíðarraðfesting fyri samferðsluútbyggingar í landinum.

Hetta vil flokkurin standa við, men eg harmist um at ryggurin bognar tá harðast leikar á, og at í teimum løtum tá mest er brúk fyri støðufesti í politikki, at dirvið og styrkin svíkur.

Heidi Petersen