Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hampuligt ár hjá partrolarunum

Oliver Joensen

Kósin hevur 6 partrolarar, ið fiska til virkið, og árið hjá teimum hevur roynst hampuliga.

Jóhan David Joensen, reiðari, sigur, at byrjanin av árinum var hampuliga góð, og tað sama hevur verið galdandi fyri seinasta partin av árinum, men harafturímóti gekk ikki so væl við upsafiskarínum í summar.
Seinastu tíðina hevur upsin, sum skipini hava fingið, verið sera væl fyri.
Teir seks trolararnir hjá Kósini eru Smaragd og Safir, Nónhamar og Fjalshamar og Nævarin og Borgarin.