Við undantak av einum ári eru jólini í ár tey fyrstu síðan 1994, ið landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkelsen við familju síni kann halda sum fastbúgvandi klaksvíkingur eftir eina fantastiska tíð sum fótbóltsleikari úti í heimi.
Tað var á sumri í 1994 – eftir at hann hevði lyft løgmanssteypið sum liðformaður hjá KÍ – at Jákup Mikkelsen fyri fyrstu ferð legði leiðina út um landoddarnar at royna flogið sum fótbóltsleikari og málmaður.
Hesa tíðina hava evnini leitt hann og konuna Eilen og børnini til ymisk feløg í fleiri ymiskum londum, og nú vit skriva 2007, og jólini stunda til – tvs. góð 13 ár seinni – eru tey aftur blivin fast búgvandi íbúgvar í Klaksvík.
Um tú okkurt kvøldið leggur leiðina fram við vøllin við Djúpumýru, so sum vit gjørdu í vikuni, so kanst tú síggja tann nú 37 ára gamla Jákup Mikkelsen aftur á vøllinum við Djúpumýru, her hann traðkaði sínar barnaskógvar.
Um nakrar vikur fer hesin legendariski málmaðurin aftur at standa millum stengurnar og verja KÍ-málið fyri besta liðið hjá felagnum, men í løtuni er tað ikki Formulafótbóltur, sum dregur landsliðs-málmannin oman á vøllin, her hann so ofta rann og spældi sum smádrongur.
Jákup venjari hjá
smádreingjunum
Jákup hevur átikið sær at verða venjari hjá smádreingjaliðnum í KÍ, og tað var hetta, sum hann tókst við hetta kvøldið í vikuni, tá Norðlýsið sá hann og fór inn á vøllin at heilsa upp á hann.
Tað er fleirfaldur fongur fyri KÍ at fáa Jákup í hópin, tí umframt at vera ein góður málmaður, er hann sjálvandi ein tann besta fyrimyndin, sum okkara ungu leikarar kunnu fáa at hyggja upp til og elta.
Virðingin fyri manninum er ógvuliga eyðsýnd, og tað var eisini týðiligt hetta kvøldið, at maðurin ikki hevur brúk fyri stórum armrørslum fyri at fáa smádreingirnar at akta og gera sítt besta.
Millum smádreingirnar, sum vandu hetta kvøldið, var eisini ein sonur Eilen og Jákup, nevniliga Poul Nolsøe Mikkelsen.




