Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helena Dam á Neystabø: Soleiðis setur tú dagsskránna

(Hannefía Joensen)

Tað er gjøgnum málið, gjøgnum orðini og við okkara málburði, at vit skapa tann heim og tað samfelag, sum vit liva í, eins og vit skapa okkara egna samleika.

So stóran týdning hevur tann málsligi førleikin. Tað er tann málsligi førleikin, sum ger allan munin, um vit hava eitt ríkt og fjølltáttað samfelag og ríkar og fjølltáttaðar samfelagsborgarar – ella um vit hava eitt fátækt og einstáttað samfelag.

Nýggj málvísind og samfelagsvísind hevur varpað ljós á tann risastóra týdningin, sum fjøllbroyttur málsligur førleiki hevur – fyri skapan og endurskapan av tí samfelagi, sum tú ert ein partur av. Og at tú dugir at siga ta góðu søguna um títt samfelag og tann heim, tú livir í.

Samfelagið er ikki bara nakað sum er til, og ein meldur har tú mást finna tær eitt hóskandi pláss. Tað eru tú og eg sum skapa samfelagið, og tað er okkara málsligi førleiki, fram um allar møguligar aðrar førleikar, sum er tað skapandi amboðið. Og tann sum dugir best at handfara amboðið – hevur eisini valdið, setur dagsskránna og ger av, hvat hevur týdning, og hvat ongan týdning hevur.

Tí er tað av so risastórum týdningi, at vit áhaldandi bera klípi og við hvørt eisini stórar steinar til tann málsliga varða, sum skal gera okkum før fyri at seta dagsskránna.
Og tí er tað so alt avgerðandi at vit satsa upp á at geva okkara ungdómi eitt so fjølbroytt og dygdargott málsligt og fakligt grundarlag í skúla, í heimi og í øllum samfelagsligum høpum.

Tí skal skúla- og mentunarpolitikkur raðfestast høgt – ongantíð ov høgt.

Helena Dam á Neystabø