Flogvallarmálið eigur ikki at verða brúkt sum lokalpolitiskt valagn
Tað er av stórum týdningi at uppskotið hjá landstýrismanninum Bjarna Djúrholm um P/F Vága floghavn verður lagt fyri komandi løgting. Vit hava brúk fyri at fáa ein longri flogvøll, bæði fyri at menna trygd og reglusemi, eins og fyri at menna flogferðsluna sum heild.
Annars er mín greiða áskoðan, at vit eiga at fara í holt við at gerða ein altjóða flogvøll, sum lýkur øll altjóða krøv. Tað verður tosa nógv um, hvar ein altjóða fløgvøllur skal liggja, møguliga á Glivursnesi, Sandoy, Svínoy, Skorhæddini, Nólsoy, ella har sum verðandi vøllur er. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at málið ikki druknar í lokalpolittiskum áhugamálum. Ein altjóða flogvøllur má gerðast, har sum sakkunleikin metur, at tað er skilabest.
Vit skulu hava møguleika fyri, at stór fraktflogfør kunnu koma hendavegin, m.a til okkara útflutning av fiskavørum. Tað er kostnaðarmikið at gerða ein altjóða flogvøll, men vit hava ikki ráð at lata verða.
Vit verða noydd at fylgja við innan altjóðagerðina, eisini tá talan er um flogvøll.
Gev mær álit, so verður ein loysn funnin!
Bárður Poulsen




